Innflutningur av vørum
19. Mai 2025
Vit innflyta minni úr USA og meira úr Kina

Innflutningurin fyri mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá apríl 2024 til mars 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Tað eru fleiri orsøkir til, at innflutningsvirðið er minkað við nærum 1,2 milliardum krónum. Minni er innflutt av rávøru til fiskavirki, sum er at finna í bólkunum "matvørur og livandi djór" og "Ráevni til framleiðslu uttan brennievni". Somuleiðis er minni innflutt av brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 294,1 millión krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635,9 milliónum krónum ella góð 21 prosent. Skipini eiga 355 milliónir krónur og akførini 150 milliónir krónur av hesi minking.
[px-graph-1]
Í talvuni niðanfyri síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
[px-graph-2]
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farið niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
[px-graph-3]
Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum sæst, at vit hava innflutt yvir 23 túsund tons, ella 7,5 prosent, minni av brennievni. Hetta sæst í vørubólkinum "33 - Ráolja og framleiðsla úr olju".
[px-graph-4]