Innflutningur av vørum
17. okt 2022
Innflutningurin methøgur

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár.

Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 43% í mun til í fjør, sum eisini var metár. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7%, hava vit brúkt 90% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til fiskavirking (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 165 milliónir krónur meira, sum er 50% vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnað (fyri tað mesta alifóður). 30% meira er innflutt av hesum vørum.

[px-graph-1]

Í august 2022 varð innflutt fyri 18,2 milliónir krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er fóður til hav- og landbúnað, men eisini eitt sindur av byggitilfari.

[px-graph-2]

 

 

PX Web Graph News