Innflutningur av vørum
18. feb 2025
Nú verður oljan innflutt úr Noregi

Innflutt varð fyri 10,3 milliardir krónur í 2024. Tað eru 1,5 milliardir krónur, ella 13 prosent, minni enn í 2023.

Innflutningurin fyri 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin í 2024 samanborið við 2023.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 226,5 milliónir krónur.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við einari góðari milliard krónum ella sløk 29 prosent. Av hesum minkaði innflutningurin av skipum við 758 milliónum krónum, ella 57 prosentum, og akførum við 112 milliónum krónum, ella knapt 18 prosentum.

[px-graph-1]

Einstaki vørubólkurin, vit innflyta mest av, er vørur úr olju. Tó er hesin vørubólkur minkaður við 227 milliónum krónum ella knapliga 13 prosentum. Nærum allir vørubólkar í top 10 eru minkaðir. Um vit síggja burtur frá innflutningi av skipum, sum sveiggjar nógv, er innflutningurin av akførum minkaður næst mest, nevniliga 111,6 milliónir krónur ella nærum 18 prosent. Einasti vørubólkur, ið gongur fram er 'Tógv, vevnaður og klædnavørur'. Hesin vørubólkur hevur gingið fram øll árini og frá 2023 til 2024 var vøksturin knappar 70 milliónir krónur, ella um 30 prosent. Hetta fevnir fyri tað mesta um trol, nótir og líknandi. Vørubólkurin trokaði heilivágin av top 10 listanum yvir innfluttar vørur.

[px-graph-2]

Í talvuni síggja vit, at munandi minni er innflutt úr ES og USA, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin. Innflutningurin úr ES er minkaður við nærum hálvari aðrari milliard krónum, ella nærum 23 prosentum, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við 928,6 milliónum krónum, ella knøppum 50 prosentum.

[px-graph-3]

Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum áðrenn 2022, nevniliga á umleið 5 milliardum krónum árliga. Minkingin av innflutningi úr ES, og vøksturin í innflutninginum úr Evropa annars, stendst í stóran mun av, at oljan nú verður innflutt úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum. Innflutningurin úr Afrika er ikki stórur, men er støðugt vaksandi. Innflutningurin úr Asia er trýfaldaður seinastu tíggju árini.

[px-graph-4]

Danmark er tað landi vit innflyta mest úr. Orsaka av oljuinnflutningum úr Noregi, er Noreg tó á einum greiðum øðrum plássi. Umframt Noreg er innflutningurin vaksin úr Íslandi og Póllandi við ávikavist 28,8 og 25,7 milliónum krónum. Ísland og Pólland hava trokað Italia og Frakland av top 10 listanum.

[px-graph-5]

PX Web Graph News