Løn (A-skattað)
14. aug 2025
13,3 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 7 prosent

Góðar 870 milliónir krónur, ella 7 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá august 2024 til juli 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 165 milliónir ella 55 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við á leið 130 milliónir og 7,5 prosentum hvør.
[px-graph-5]
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
[px-graph-2]
Av vøkstrinum á 870 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum. Tó var vøksturin 7 prosent fyri bæði menn og kvinnur samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Størsta vøkstur í krónum áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir áttu helvtina av vøkstrinum við sløkum 440 mió. kr, sum er ein vøkstur á 7,6 prosent. Samanborið við undanfarna tíðarskeið var lutfalsligi vøksturin tó eitt vet størri hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði við 7,9 prosentum ella 255 mió. kr.
[px-graph-3]
Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri
Í juli var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.058 krónur. Hetta eru 6,5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í juli fingu kvinnur 29.398 krónur í miðal, sum er 30 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.198 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 8 prosentum hjá monnum og 4,7 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við næstan tólv prosentum. Norðoya øki hevði minsta vøkstur við 4,2 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.