Brúkaraprístal
08. apr 2024
Prísvøksturin er nú 2,6 prosent

Prísirnir eru hækkaðir 2,6 prosent frá februar í 2023 til februar í 2024. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava eisini størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í 2024.

[px-graph-8]

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu trý árini. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum var 2,6 prosent í februar í 2024 í mun til sama mánað árið fyri.

[px-graph-1]

Býlisútreiðslurnar størst prísvøkstur seinasta árið

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er størstur prísvøkstur í bólkinum 'býli'. Tað eru rentuhækkingarnar, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Fjarhitin er dýrkaður, og elprísurin er eisini hækkaður. Umframt tað eru tubbakksvørur dýrkaðar næstan fimm prosent síðani november í 2023. Hinvegin er prísurin á ymsum húsarhaldsvørum og búnýti lækkaður, umframt at klædnavørur og bilar eru eitt vet bíligari enn fyri ári síðani. 

[px-graph-2]

Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis

Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir fýra prosent í februar 2024 samanborið við sama mánað ári fyri.

[px-graph-3]

Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og grønmeti, ið er vorðin dýrari. Prísvøksturin á fiski og kjøti er góð fimm prosent. Prísurin á sjokulátu og góðgæti hækkaður enn meira — vøksturin er góð seks prosent.

[px-graph-4]

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Tó er prísvøksturin á mjólk, osti, egg, olju og smøri minni enn eitt prosent. 

Rentuhækkingar stóra ávirkan á prístalið

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan átta prosent frá februar 2023 til februar 2024. Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar sløk 45 prosent frá februar 2023 til februar 2024.

[px-graph-7]

Prísurin á fjarhita er hækkaður, og tað er elprísurin eisini. Men miðalprísurin á brenniolju, ið fer til upphiting av býli, er á áleið sama stigi í februar í ár, sum í fjør. 

[px-graph-5]

Lakari prísvøksturin enn í øðrum londum

Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar sæst, at árligi prísvøksturin í februar í 2024 var ikki eins høgur sum í hinum norðurlondunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var munandi lakari, nevniliga 0,8 prosent.

Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 6,8 prosent. Í Svøríki og Noregi er hann 4,5 prosent. Prísvøksturin í Føroyum er á sama stigi, sum miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,6 prosent.

[px-graph-6]

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Úr lítlum til stóran prísvøkstur

Eftir fleiri ár við lítlum og støðugum prísvøkstri í Føroyum, byrjaðu prísirnir at hækka í 2021 í kjalarvørrinum á koronufarsóttini. Enn eyðsýntari var prísvøksturin í 2022 eftir russisku innrásina í Ukraina. Seinastu trý árini, frá ferbuar í 2021 til februar í 2024, hevur prísvøksturin verið 16 prosent. Sostatt er tað nú 16 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa somu vørur og tænastur, enn tað var í februar 2021. 

Í umleið fýra ár undan koronufarsóttini var árligi prísvøksturin millum eitt og tvey prosent í Føroyum eins og flestu londunum í Evropa, meðan mest sum eingin prísvøkstur var meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á.

Stutt um brúkaraprístalið og inflatión

Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan. 
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv. 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.

PX Web Graph News
Viðm.: Fevnir ikki um drykkjuvørur við alkoholi