Fólkatal
12. jul 2021
Fólkatalið 1. juni 2021

1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum. Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum svarandi til 1,6%.

[px-graph-3]

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoyti til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Til- og fráflyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Fødd og deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu fyri juni 2020 og juni 2021.

Eins og í juni í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har 8 fólk fluttu úr kommununi.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent, 22 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, 2,6 prosent, tað er ávikavist fýra, trý og eitt fólk.

[px-graph-1]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum