Motorakfør
01. Mai 2023
Ferðsluóhappini eru fækkað niður móti einum triðingi, meðan akførini eru meir enn tvífalt fleiri

Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðani aldarskiftið, har talið av akførum er økt til meir enn tað dupulta, og ferðsluóhappini samstundis eru fækkað niður móti einum triðingi.

[px-graph-1]

Frá 1. jan. 2000 til 1. jan. 2023 er talið av skrásettum motorakførum vaksið úr sløkum 19 túsund upp um 42 túsund. Tað eru stívliga 23 túsund fleiri. Av hesum er talið av persónbilum vaksið við sløkum 14 túsund. Sjálvt um fólkatalið eisini er vaksið munandi, so er vøksturin í tali av akførum enn størri, tí í 2000 vóru tað 3,2 fólk fyri hvønn persónbil, meðan tað nú í 2023 vóru tvey fólk fyri hvønn bilin. 

Ferðuóhappini fækkað niður í ein triðing

Fyrst í hesari øldini var talið av ferðsluóhappum eini 1.200 -1.300 árliga, men tey eru síðani fækkað støðugt niður í 461 í 2023. Lægsta talið var í 2010 við 410 ferðsluóhappum. Hetta vísa yvirlit hjá løgregluni. 

[px-graph-2]

Fólk skadd í ferðsluni

Fólkaskaðar í ferðsluni eru eisini fækkaðir nógv, og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.

Talið av fólkaskaðum í ferðsluni lá millum 60 og 70 árliga mitt í 00-unum fram til 2008, men niður í umleið 20-30 tey síðstu árini.

[px-graph-7]

Tvey fólk lótu lív í ferðsluni í 2022 og eitt fólk í 2021. Eingin doyði av ferðsluvanlukku í 2020. Síðstu 5 árini 2018-22 vóru tað tilsamans 4 fólk, sum doyðu í ferðsluni, og í fimmáraskeiðinum frammanundan 2013-17 vóru tað 16 fólk.

Rúsdrekkakoyring

Talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdrekkakoyring minkaði eisini munandi, úr sløkum 200 í 2007 niður í 70 í 2017. Men nú er talið aftur økt tey síðstu 5-6 árini upp í 161 í 2022.

Viðmerkjast skal, at í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu.

[px-graph-4]

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt pr. 1. januar