Nøvn
01. sep 2025
Nóa var best umtókta navn á dreingjum, føddir í 2024

Hetta er fyrstu ferð, at Nóa er best umtókta dreingjanavn til nýføðingar

Nóa var best umtókta navnið á dreingjum, føddir í 2024. Átta dreingir fingu navnið Nóa. Næstbest umtókt var navnið Jákup, sum seks dreingir vórðu nevndir í 2024. Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Matteo og Brandur, sum fimm dreingir vóru nevndir, og Eiri og Elias, sum fýra dreingir vóru nevndir. 

Sjey dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

[px-graph-1]

Nóa er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum. Hetta er tó fyrstu ferð at Nóa hevur verið best umtókta dreingjanavn. Nóa er eitt lutfalsliga nýtt navn í Føroyum. Fyrstu ferð tað kom á listan yvir nøvn á nýføðingum var í 2002. Síðani 2002 hava 74 fingið navnið Nóa, og við ársenda í fjør vóru 76 menn við navninum Nóa búsitandi í Føroyum. 

[px-graph-2]

Beint í hølunum á Nóa var navnið Jákup, sum í mong ár hevur verið væl umtókt navn til nýføðingar. Jákup hevur verið millum fimm tey best umtóktu nøvnini til nýføðingar heili átjan ferðir síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarárið fyri nøvnini. Tilsamans 190 dreingir hava fingið navnið Jákup síðan 1985. Harumframt hevur Jákup verið vanligasta navn á monnum í Føroyum síðan 2002 og næst vanligasta síðan 1985.

Tvey av nýggjaru nøvnunum í Føroyum vóru eisini millum best umtóktu dreingjanøvn í 2024. Fimm dreingir fingu navnið Matteo. Matteo er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2022 var eingin nevndur Matteo. Fýra dreingir fingu navnið Eiri í fjør. Áðrenn 2008 var eingin í Føroyum nevndur Eiri, og við ársenda í fjør vóru 24 við navninum Eiri búsitandi í Føroyum.

 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

PX Web Graph News