Brúkaraprístal
23. apr 2020
Brúkaraprísirnir eru í miðal hækkaðir 1,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 1. ársfjórðing í ár, og vísa nýggjastu tølini, at brúkaraprísirnir seinasta árið í miðal eru hækkaðir1,1 prosent, ið er umleið sami árligi miðalvøksturin, sum hevur verið staðfestur seinastu 3 árini.

Brúkaraprístalið, ið vísir miðal prísbroytingar fyri vørur og tænastur, ið eru partur av nýtsluni hjá føroyskum húsarhaldum, verður framleitt hvønn ársfjórðing. Ein vøkstur í brúkaraprístalinum er eitt tað mest vanliga máti fyri inflatión, og skal ein samlað árlig prísbroyting gerast upp, verður miðal av brúkaraprístalinum fýra samanhangandi ársfjórðingar sett í mun til miðal frá somu ársfjórðingum árið undan. Í januar í ár vísti uppgerðin ein ársmiðal prísvøkstur á 1,3% í 2019 í mun til 2018. Árligi vøksturin er hesaferð 1,1%, nú prístalið fyri 1. ársfjórðing í ár er gjørt upp. Árligi prísvøksturin hevur seinastu 3 árini verið millum 1% og 1,5%.

"

Í mun til 1. ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,6%. Fyri vøru- og tænastubólkarnar er tó ymiskt, hvussu prísir broytast. Millum annað eru prísir á mati og drekkivørum í miðal øktir 2,7%, klædnavørum og fótbúnaði 3,2% og flutningi 2,5%. Prísir í bólkunum heilsa og samskifti eru hinvegin í miðal lækkaðir ávikavist 0,8% og 5,1%.

"

Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreiningum er í hagtalsgrunninum.