Nøvn
15. sep 2023
Eva er best umtókta navnið hjá gentum føddar í 2022

Eva er vorðið eitt av nøvnunum, vit vanliga síggja ovast á listanum fyri best umtókta navn hjá gentum. Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini.

Nýggjasta navnauppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Sum nakað nýtt ganga navnahagtølini nú aftur til 1985.

Av teimum børnunum, sum vóru fødd í 2022, fingu seks gentur navnið Eva, meðan fýra gentur fingu navnið Bára, fýra Bjarta, fýra Elvira, fýra Lilja og fýra gentur fingu navnið Tóra.

Onnur vælumtókt nøvn hjá gentum eru eitt nú nøvnini Heidi, Bjørg og Isabella. Seks gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

[px-graph-1]

Best umtókta gentunavnið, Eva, er vorðið eitt av nøvnunum, ið gongur aftur á listanum fyri best umtókta navn á gentum. Eva var eisini best umtókta navnið í árunum 2018, 2017, 2015, 2014 og 2011. Síðani 2010 hava 67 gentur fingið navnið Eva.

[px-graph-2]

Bjarta er vanliga ikki á listanum yvir best umtóktu gentunøvnini. Tað vóru fýra gentur, ið fingu navnið Bjarta í 2022. Tær vóru eisini fýra í 2008. 

Bára var best umtókta navn hjá gentum føddar í 2003 og næstbest umtókt í 2006, tá vóru tær eisini fýra í tali eins og í 2022. Fýra gentur fingu navnið Tóra í 2022, tær vóru eisini fýra í 2020. Lilja hevur verið á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini nakrar ferðir seinastu árini. Í 2018 og 2020 var Lilja næstbest umtókta navn millum gentur. 

Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini. Fýra gentur fingu navnið Elvira. Elvira er eisini navnið, sum tekur longsta lopið á listanum fyri best umtókta navn og klintrar av einum 269. plássi. Tað búðu tvífalt so nógvar Elvirur í Føroyum í 2022 sum í 2021.

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

PX Web Graph News