Innflutningur av vørum
05. mai 2022
Innflutningurin vaksin 1,8 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2021 til mars 2022 var 10 milliardir krónur. Tað er meir enn 1,8 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Tað er met.

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. 

Innflutningurin av brennievni er hækkaður 570 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, serliga vegna hægri prís á brennievni. Tað svarar ein vøkstur upp á 63%. 

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er einans vaksin 45 milliónir krónur ella 2,4%. 

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari annars til vinnuna (hav- og landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu), er vaksin við slakari milliard ella 26%. Vøksturin í innflutninginum av byggitilfari hetta tíðarskeiðið er einans 37 milliónir krónur ella 4,5%.

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News