Løn (A-skattað)
13. des 2024
12,7 milliardir útgoldnar í lønum seinasta árið — vøksturin er 6 prosent
Lønirnar vóru 731 milliónir krónur, ella 6,1 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá desember 2023 til november 2024 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Lønirnar minkaðar í fiskiveiðuni
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur í krónum var í "O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Q Heilsu- og almannaverk". Lutfalsliga var størsti vøkstur í "R List, undirhald og ítróttir".
"A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" hevði sum einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 3 prosent ella knapt 50 milliónir krónir. Størsti parturin av útgoldnu lønunum í "A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" kemur frá undirbólkinum "Fiskiveiða og aling". Verður hesin bólkur aftur meira útgreinaður, sæst at minkingin í krónum er serliga í uppsjóvarveiðu, har lønirnar eru 46 milliónir krónir, ella átta prosent, lægri enn undanfarna tíðarskeið.
Lønin hjá kvinnum vaksin tíggju prosent
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið hevur tó verið størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum á 731 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 450 milliónum krónum. Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri.
[px-graph-2]
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunurin í úgoldnum lønum seinasta tólv mánaða skeið samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar býtt á øki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við góðum níggju prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við undir tveimum prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-6]
Miðallønin hjá kvinnum er ein triðingur lægri enn hjá monnum
Í november var mánaðarliga miðallønin per persón 35.864 krónur. Hetta er 4,5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í november fingu kvinnur 28.700 krónur í miðal, sum er 32 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.400 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við næstan fýra prosentum hjá monnum og næstan seks prosentum hjá kvinnum.
[px-graph-5]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.