Lønargjaldingar
21. des 2020
860 milliónir í november - stígur í lønargjaldingunum

Í november vórðu góðar 860 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 5 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Hjá bæði kvinnum og monnum vaksa lønarútgjaldingarnar ikki longur.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. 

Meðan vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu og aðrari tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar frá januar til november í ár taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið í fjør. Hóast trendurin vísir, at vøksturin nú er steðgaður upp, eru lønargjaldingarnar vaksnar 1,8% hetta tíðarskeiðið. Í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru lønargjaldingarnar hinvegin minkaðar 1,8%. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' er vøksturin 5,9%. Í 'privatu tænastuvinnunum' eru lønargjaldingarnar minkaðar 0,6%, meðan í 'almennari o.a. tænastu' eru lønargjaldingarnar vaksnar 4,3%.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News