Fólkatal
12. des 2024
Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 0,5%

1. november búðu 54.648 fólk í Føroyum. Tað eru 250 fleiri enn 1. november í fjør. Vøksturin er 0,5%, og tað er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 250. Til samanberingar vaks tað við knapt 450 í undanfarna tíðarskeiði og við á leið 800 fyri fimm árum síðani. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 250 fólk og kom av einum burðaravlopi á 130 og eini nettoflyting á 120 fólk. Seinast, tá samlaða nettoflytingin fyri eitt tólv mánaða skeið var minni enn samlaða burðaravlopið, var fyri tíggju árum síðani. 

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var næstan 200 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. Burðaravlopið minkaði, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin minkaði meir enn burðaravlopið, serliga tí færri fluttu til Føroya enn í undanfarna tíðarskeiði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

m11

Færri verða fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. 

[px-graph-2]

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini fyri hvønn mánaða er framvegis minkandi. Tilflytingin minkar nakað meiri enn fráflytingin minkar, og tað hevur við sær, at nettoflytingin minkar.

[px-graph-3]

Flytingar og bústaðartilknýti

Tá flytingarnar verða skiftar á bústaðartilknýti sæst, at minkingin í nettoflytingini seinastu tólv mánaðirnar var millum teirra, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya. Høvuðsorsøkin er, at færri uttan bústaðartilknýti fluttu til Føroya enn frammanundan. Nettoflytingin kundi verið minkað enn meiri, um gongdin í fráflytingini í undanfarnu tíðarskeiðunum helt fram. Men hetta seinasta árið vóru tað færri, bæði við og uttan bústaðartilknýti, sum fluttu úr Føroyum enn frammanundan. Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu tólv mánaða skeiðunum. 

Millum teirra, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, hevur nettoflytingin verið negativ øll fimm tíðarskeiðini, sum eru við í talvuni niðanfyri. Hetta seinasta árið var hon tó eitt vet minni negativ enn frammanundan. Færri við bústaðartilknýti fluttu til Føroya, men uppaftur færri við bústaðartilknýti fluttu úr Føroyum.

Hesi fimm tíðarskeiðini er samlaða nettoflytingin spakuliga minkað. Tvey tey seinastu tíðarskeiðini var tað nettoflytingin millum teirra uttan bústaðartilknýti sum minkaði um samlaðu nettoflytingina, meðan tað harafturímóti var nettoflytingin millum teirra við bústaðartilknýti, sum minkaði um samlaðu nettoflytingina í trimum teimum undanfarnu tíðarskeiðunum.

fl

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum