Fólkatal
11. aug 2025
Stívliga 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin var 0,7%

Tann 1. juli búðu fyri fyrstu ferð fleiri enn 55.000 fólk í Føroyum. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000. Tað er sostatt vaksið við umleið 7.000 fólkum ella 14,6% síðani tá.
Tað eru trý ár síðani vit fóru upp um næstu túsund. Í 2017 fór fólkatalið fyri fyrstu ferð upp um 50.000. Árini eftir vaks fólkatalið við umleið 1.000 um árið — 51.000 í 2018 og 52.000 í 2019. Tvey ár seinni, í 2021, vóru vit 53.000. Árið eftir, í 2022, fóru vit upp um 54.000. Trý ár eru liðin, og nú í 2025 eru vit fyri fyrstu ferð fleiri enn 55.000 fólk.
[px-graph-1]
Størri burðaravlop og nettoflyting
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 163 fólk og einari nettoflyting á 198 fólk. Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,6 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.
Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin minkaði nakað í mun til undanfarna tíðarskeið, tí meðan færri fluttu til Føroya, vóru uppaftur færri, sum fluttu úr Føroyum. Í undanfarna tíðarskeiði var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 2,3 fyri hvørji 1.000 fólk.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Færri flyta
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.
[px-graph-3]
Fleiri vera fødd
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í føðitalinum er vaksandi meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.
Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, og triðstørsti vøksturin var í Nes kommunu. Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna og síðani Runavíkar kommuna á fimtaplássinum.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar og Vágs kommunu.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2024 og 2025.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.