Innflutningur av vørum
16. jul 2021
Innflutningurin 8,3 milliardir seinasta árið — vøksturin er 1%
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá juni í 2020 til mai í 2021 var 8,3 milliardir krónur. Tað er áleið tað saman sum undanfarna skeið ella ein vøkstur á 1%.
Innflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri sæst innflutningurin seinasta 12-mánaðarskeiðið samanborið við undanfarna skeið.
Um vit hyggja at innflutninginum uttan skip og flogfør, so hava vit innflutt fyri góðar 370 milliónir krónur meira seinasta 12-mánaðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin nógv, góðar 240 milliónir krónur ella 14%.
Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin 90 milliónir krónur ella 11%.
Innflutningurin av skipum og flogførum er minkaður 450 miliónir krónur ella 66%.
[px-graph-1]