Brúkaraprístal
08. jul 2024
Prísvøksturin er nú 3,0 prosent

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í 2024.
[px-graph-8]
Prísvøksturin heldur fram, og nú hækka prísirnir við hægri ferð, enn teir hava gjørt í seinastu tveimum uppgerðunum undan hesari. Árligi prísvøksturin var 2,6 prosent í februar í 2024 og 2,8 prosent í november í 2023.
[px-graph-1]
Býlisútreiðslurnar størst prísvøkstur seinasta árið
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Størstur prísvøkstur er í bólkinum 'býli'. Tað eru rentuhækkingarnar og hægri oljuprísur, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Prísurin á 'húsbúnaði og húshaldsútgerð' stendur í stað. Prísvøksturin á 'klædnavørum og fótbúnaði' er minni enn eitt prosent.
[px-graph-2]
Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis
Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.
Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga trý prosent í mai 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og frukt, ið eru vorðin dýrari. Prísvøksturin á kjøti er góð seks prosent. Av kjøtvørum er tað serliga prísurin á svínakjøti og lambskjøti, sum er hækkaður. Prísirnir á epli og vørum virkaðar úr eplum eru somuleiðis hækkaðir. Prísurin á sjokulátu og góðgæti er hækkaður enn meira — vøksturin er næstan sjey prosent. Prísvøksturin á øðrum søtum vørum, sum kakao, djús og sodavatn hevur eisini verið stórur seinasta árið.
[px-graph-4]
Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. Prísvøksturin á mjólk, osti og egg er minni enn eitt prosent.
Rentuútreiðslurnar framvegis stóra ávirkan á prístalið
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð níggju prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Tað er dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar 28 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Evropeiski miðbankin og danski Tjóðbankin hava fyri fyrstu ferð síðani 2019 lækkað leiðandi rentuna, og somuleiðis hava føroysku peningarstovnarnir boðað frá, at útlánsrenturnar lækka, men tað ávirkar tó ikki brúkaraprístalið fyri maimánað.
[px-graph-7]
El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísurin er sostatt hægri í mai í 2024 enn hann var sama mánað í fjør. Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er 14 prosent hægri.
[px-graph-5]
Miðalprísvøksturin fyri ES-lond er 2,6 prosent
Árligi prísvøksturin í Føroyum er størri enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,6 prosent. Prísvøksturin í Danmark í mai var enn lakari — 2,2 prosent. Árligi prísvøksturin Í Føroyum er á sama stigi sum í Noregi.
Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 5,8 prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 3,7 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi, hann er 1,5 prosent.
[px-graph-6]
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.