Fólkatal
18. apr 2023
54.300 fólk búðu í Føroyum 1. mars - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 608 persónum seinasta árið, og 1. mars búðu 54.303 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 143 fólk og eini nettoflyting á 465 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin eitt vet størri meðan burðaravlopið er minkað við einum triðingi.

Gongdin í burðaravlopinum og nettoflytingini meira støðug

Trendarnir í myndunum niðanfyri lýsa ávikavist gongdina í til- og fráflytingini og gongdina í føði- og deyðatalinum. 

Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin er tí enn á leið tann sama sum í 2020.

Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Tað hevur saman við lága føðitalinum minkað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar er deyðatalið minkað nakað aftur, og gongdin í lága burðaravlopinum hevur tí verið meira støðug.

[px-graph-2]

[px-graph-3]

Flestu kommunurnar vaksa

Fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu. 

Bygdirnar við størsta vøkstri og størstu minking vóru báðar í Tórshavnar kommunu. Størsti vøkstur var í Tórshavn, har 131 løgdust afturat, meðan størsta minking var í Kollafirði, har fólkatalið minkaði við 21 seinasta árið. 

Aðrar bygdir við fólkavøkstri vóru Hoyvík, Argir, Klaksvík og Saltangará, meðan fólkatalið minkaði í Søldarfirði, Hvalba og Lopra.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2022 og 2023.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum