Útflutningur av vørum
12. jul 2024
Útflutningurin av lýsi vaksin 271 milliónir krónur

Samlað var útflutt fyri 12,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juni 2023 til mai 2024. Tað eru 516,9 milliónir krónur, ella 4%, minni enn undanfarna skeið.

Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið juni 2023 til mai 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 131,4 milliónir krónur, ella 1,1 prosent. Útflutningurin av laksi, fóðuri og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum og -vørum gongur aftur ella stendur í stað. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 242,9 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 4,3 prosentum og nøgdin er vaksin við einum prosenti.

Aðrar vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fóður og lýsi. Her er vøksturin ávikavist 79,9 og 271,5 milliónir krónur, ella 13,2 og 122,5 prosent. Tilsamans er útflutningurin av fóðuri, fiskamjøli og lýsi vaksin við 15 túsund tonsum.

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

Danmark er tað landi vit útflyta mest til, men lutfalsliga størsti vøksturin er til Italia, har útflutningurin er farin upp við einum fjórðingi. Italia hevur skumpað Týskland av topp 10 listanum. Vit síggja at Russland er farið frá einum fjórða plássi niður á eitt sætta pláss, tí útflutninguin er minkaður við 484,8 milliónum krónum ella 38,5 prosentum. 

[px-graph-4]

Tann einstaka vøran vit útflyta mest av er køldur heilur laksur. Útflutningsvirðið av heilum køldum laksi er vaksið við 661,3 millonum krónum, ella 19,2 prosentum. 

[px-graph-3]

Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum. 

Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:

  • Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
  • Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
  • Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.

Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.

Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.

PX Web Graph News