Gistingar
25. nov 2020
Næstan 5.000 færri gistingar í oktober, men føroyingar gista meira

Í oktober gistu ferðafólkini 8.700 nætur á gistingarhúsum. Tað er 35% minni enn sama mánað í fjør. Tó er talið av gistináttum hjá føroyingum vaksið við góðum fjórðingi.

Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Gott 4.800 færri gistinætur vóru á gistingarhúsunum í oktober í ár í mun til sama mánað í fjør.

[px-graph-1]

Sum tað sæst á myndini niðanfyri, er tað uttan fyri Tórshavnarøkið, at talið av gistináttum er minkað lutfalsliga .

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum er minkað 10% og hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar tríggjar fjórðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin vaksnar ein góðan fjórðing.

[px-graph-3]

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista.

Tó at donsku ferðafólkini eru færri í tali (-19%), gistu tey í miðal longri á gistingarhúsunum. Í oktober í fjør vóru danir 2,7 dagar í miðal á gistingarhúsunum, meðan í oktober í ár vóru teir í miðal 3 dagar.

Føroysku ferðafólkini eru hinvegin fleiri í tali (40%) enn sama mánað í fjør, men í miðal vóru tey styttri tíðarskeið á gistingarhúsinum. Í oktober í fjør gistu tey 1,7 dagar í miðal, meðan í ár vóru tey 1,6 dag.

[px-graph-4]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News