Grind
25. mar 2020
Grindirnar verða líðandi færri og smærri
Síðstu fimm árini hava verið í miðal eini 10 grindir um árið. Eftir einstøkum hvalvágum hava flestu grindirnar hesi árini verið í Hvannasundi við 11 grindum og 7 í Tórshavn. Í Havn var eisini størsta grindin í fjør við 145 hvalum. Tríggjar vóru við umleið 100 hvalum, í Sandavági, Vestmanna og Trongisvági. Allar hinar sjey grindirnar vóru langt niðan fyri 100 hvalir.
Flestu grindir seinastu árini í Norðoyggjum
Tað er sera skiftandi frá einum ári til annað, men taka vit saman um, hvussu úrslitið hevur verið seinastu 5 árini 2015-2019 og samanbera við fimmáraskeiðið frammanundan, so vóru flestu grindirnar í Norðoyggjum seinastu 5 árini. Hesi síðstu 10 árini hava verið 21 grindir í Norðoyggjum, 18 í Norðstreymi, 16 í Vágum, 15 í Suðuroy, 12 í Eysturoy, 10 í Suðurstreymi (Tórshavn) og 8 í Sandoy.
Myndin er nakað tað sama, tá hugt verður eftir tali av hvalum, flestir í Norðoyggjum og í Vágum, og síðani í Suðurstreymi. Í Sandoynni vóru bert tvær heilt smáar grindir hesi 5 árini við tilsamans 23 hvalum.
Hvalir í mun til fólkatalið
Nú er stórur munur á ymisku økjunum í fólkatali. Samanbera vit tal av hvalum í mun til fólkatalið í hvørjum øki, so sæst á myndini niðanfyri, at hetta hilnast best í Vágum, í Norðstreymi og Norðoyggjum, eitt sindur minni í Suðuroy, enn minni í Eysturoy og minst í Suðuroy. Í Sandoy loypir ógvisligt millum hesi bæði tíðarskeiðini - fyrra av hesum skeiðunum fingu tey mest eftir fólkatalinum men minst í tí seinna.
Líðandi færri grindir síðstu sjeyti árini
Verður hugt eftir gongdini í einum longri áramáli, so er myndin greið, at grindirnar eru vorðnar líðandi færri, serliga síðstu 50 árini, frá eini 13 um árið niður í 8 so sum trendurin vísir á myndini niðanfyri.
Enn greiðari er myndin, tá vit hyggja eftir tali av hvalum hesi sjeyti árini. Tað er minkað javnt og samt fyri hvørt ár, frá eini 1600-1800 í 1950-unum til nú tað í miðal árliga er farið niður móti 500 síðst fimm árini.
Nógv færri hvalir í hvørjari grind
Talið av grindum er fækkað men talið av hvalum enn meira. Orsøkin er, at grindirnar eru blivnar smærri – talið av hvalum í hvørjari grind er minkað javnt og samt øll hesi síðstu sjeyti árini, sum sæst av myndini niðanfyri. Frá einum miðaltalið á 150-175 fyrst í 1950-unum til eini 60-70 hesi seinastu árini.
201 tons av tvøsti og 180 tons av spiki í fjør
Verður roknað við almenna mátinum um vektina av tvøsti og spiki fyri hvørt skinn – ið er ávikavist 38 kg av tvøsti og 34 av spiki – so góvu tey 5.294 skinnini av grind okkum 201 tons av tvøsti og 180 tons av spiki í fjør.
Dagførd og útgreinað hagtøl um gindaveiðuna eru at finna í hagtalsgrunninum her.