Arbeiðsfjøld
28. jan 2022
Føroyingar byrja fyrr og gevast seinni at arbeiða

Samanborið við onnur lond eru bæði tey heilt ungu og tey eldru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Vinnutíttleikin telur partin av fólkinum millum 15 og 74 ár, sum arbeiðir ella kann veita arbeiðsmegi. Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,6% og er hægstur í Evropa. 

Um hugt verður nærri at vinnutíttleikanum í Føroyum, sæst at longu um 15-19 ára aldur er vinnutíttleikin bæði hjá mannfólki og konufólki um 70%. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60%, meðan í Danmark er hann knappliga 50% og um 20% í ES sum heild.

Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Fyri tey 65-69 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70% hjá mannfólki og eini 60% hjá konufólki.

Sama er við teim elstu, ið eru 70-74 ára gomul, har vinnutíttleikin hjá báðum kynum í Føroyum er um 30%, samanborið við 5-15% aðrastaðni.

Føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr

Vinnutíttleikin hjá føroysku monnunum er á næstan sama stigi sum í øðrum londum frá 25 ára aldri til langt upp í 50-ini. Munurin gerst tó serliga sjónskur í teimum heilt ungu og teim eldru aldursbólkunum.

m1

Føroysku konufólkini skilja seg burturúr. Frá ungum árum og fram til eldru árini eru tær oman fyri hini londini í vinnutíttleika. Tað er einans í aldrinum 25-29 ár, at íslendsku konufólkini eru lutfalsliga eitt sindur fleiri.

m2

Stórir munir í vinnutíttleika millum økini í Føroyum

Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er myndin munandi meira fjølbroytt.

Størsti vinnutíttleikin er í Norðstreymoyar og Suðurstreymoyar økjunum við 85%. Eitt vet aftanfyri er Eysturoy við gott 84%. Aftur eitt vet aftanfyri eru Norðoyggjar og Vágar við knappliga 83%.

Men so er eitt glopp til sunnaru økini. Umleið 79% í Suðuroy og 76% í Sandoyarøkinum.

Minsti munurin millum kynini er í Suðurstreymi við tveimum prosentstigum, samanborið við umleið fýra prosentstig í hinum økjunum í landinum.

T1

Hetta er sjónligt á myndini niðanfyri, har bæði teir reyðu og bláu stabbarnir fyri mannfólk og konufólk eru størstir í Streymoyarøkjunum, og serliga minka suðureftir.

m3

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnakanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnakanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.