Treystital
08. feb 2024
Minni bjartskygni í vinnuni

Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma. Byggivinnan hevur hinvegin framvegis góðar vónir. Støðan og metingar hjá húsarhaldunum eru óbroyttar.

Treystitalið er nú -1, sum er væl niðan fyri langtíðar miðal á 17. Tað er serliga treystið í handils- og tænastuvinnunum, ið minkar. Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, sum í høvuðsheitum er fiski- og alivinnan, fellur eisini. Treystið í byggivinnuni er hinvegin framvegis stórt. Ávísin fyri húsarhaldini er á sama stigi sum til seinastu kanning. Húsarhaldini vænta fíggjarligu støðu teirra eitt lítið vet betri komandi árið, men tey vænta sær hóast tað ikki at gera størri keyp komandi árið.

[px-graph-1]

Treystitalið er roknað vísital burtur úr konjunkturbarometrinum fyri ávikavist tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, byggivinnuna, handilsvinnurnar og tænastuvinnunurnar umframt væntanirnar hjá húsarhaldunum. Treystitalið og konjunkturbarometrini siga sostatt nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru, og geva ábending um búskapargongdina. Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær.

[px-graph-2]

Húsarhaldini meta fíggjarstøðu teirra verða eitt vet betri um eitt ár

Brúkaravæntanirnar eru á neyvt sama stigi í hesi kanningini sum í kanningini í juni 2023. Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar er 1. Húsarhaldini meta fíggjarligu støðu teirra um eitt ár sammett við í dag vera eitt lítið vet betri. Eins og í kanningini í juni 2023 eru tað 25 prosent, ið siga, at tey fáa júst endarnar at røkka saman, meðan áleið 60 prosent siga seg spara nakað upp. Húsarhaldini meta tó búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár vera nakað verri enn í dag.

[px-graph-3]

Ynskja framvegis at bíða við størri keypum 

Húsarhaldini meta tað ikki verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum. Tað eru eisini færri, ið vænta at tey fara at gera størri keyp, enn í kanningini í juni 2023. Nettotalið liggur framvegis væl undir langtíðar miðalinum. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari tað komandi árið, enn teir hava gjørt seinasta árið.

[px-graph-4]

Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri brúkararnar. 

Treystið í handilsvinnuni minkar

Hóast prísvøksturin er minkaður, er hann framvegis høgur, og tað sæst aftur á søluni. Smásøluvísitalið fyri triðja ársfjórðing 2023 vísir, at eitt nú umsetta nøgdin í klædnavørum og fótbúnaði lækkaði heili 9 prosent frá triðja ársfjórðingi í 2022 til triðja ársfjórðing í fjør. Eisini sølan av fríðkanarvørum og eltólum minkaði. Ávísin fyri handilsvinnuna er -27 sammett við -12 í kanningini í juni 2023. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini hava tykist at verið meira afturhaldin seinastu tíðina og framvegis siga seg vera tað, er handilsvinnan ikki bjartskygd. 

[px-graph-5]

Handilsvinnan metir gongdina í komandi ári fara at verða verri, enn tey mettu til kanningina undan hesari. Fleiri spurningar og grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

Byggivinnan hevur góðar vónir

Nýggjasta kanningin vísir, at ávísin fyri byggivinnuna veksur úr 46 í 51 og liggur framvegis væl oman fyri langtíðar miðalinum á 23. Ein stórur partur av byggifyritøkunum svarar, at eingin framleiðsluavmarking er í løtuni. Helmingurin av byggifyritøkunum svarar, at mangul á arbeiðsmegi er størsta framleiðsluavmarkingin. Mett verður, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður nakað størri. Byggifyritøkur hava svarað, at bíleggingarnar eru fleiri, men tryggjað arbeiði í tal av mánaðum er nakað lægri.  

[px-graph-6]

Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

[px-graph-7]

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan tykist stúrin

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá -15 niður í -19. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, men fyritøkurnar meta sín útlendska marknaðarlut vera nakað betri, og tær meta søluprísin vera betri. 

[px-graph-8]

Útlitini í tænastuvinnuni eru ikki betrað

Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu trimum kanningunum undan hesari. Spurdu fyritøkurnar meta ikki umsetningin seinasta árið hava verið nøktandi. Eitt nú vóru gistingarnar á gistingarhúsunum fýra prosent færri í 2023 enn í 2022, men ferðafólkini umvegis flogvøllin settu met í 2023. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vórðu brúkt í fjør. Tænastuvinnurnar eru meiri bjartskygdar um framtíðarútlitini. Tað eru fleiri fyritøkur, sum meta, at eftirspurningurin verður størri komandi árið.

[px-graph-9]

Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Stutt um treystitalið

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.