Innflutningur av vørum
16. Mai 2023
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2022 til mars 2023 var 12,7 milliardir krónur. Tað eru 2,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið. Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 164 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutninginum seinasta árið er við at steðga upp.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 855 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 293 milliónir krónur ella 46 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslu',  stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News