Lønargjaldingar
14. nov 2022
900 milliónir í lønum í oktober — vøksturin er 6%

Góðar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í oktober. Tað eru 55 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 6,4%.

Lønarvøksturin steðgaði upp undir koronu, men fór spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. 

[px-graph-1]

Lønargjaldingar vaksa bæði hjá monnum og kvinnum

Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í samlaðu lønunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Í oktober áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 38 milliónir ella 7,4% meira útgoldið enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 360 milliónir, sum eru 17 milliónir ella 5% meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Gongdin ymisk í vinnugreinunum

Lønirnar innan 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini.

[px-graph-4]

Í 'privatu tænastuvinnunum' fóru lønirnar aftur at vaksa í 2021. Lønirnar vaksa nú næstan við somu ferð, sum undan koronufarsóttini.

[px-graph-5]

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru samlaðu lønirnar minkaðar síðani 2020. Nú minka tær ikki longur, og vøkstur hómast.

[px-graph-6]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' minkaðu lønirnar í 2020, men eru síðani farnar at vaksa aftur.

[px-graph-7]

Størsti vøkstur innan fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu seinasta árið 

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.

Seinasta árið eru lønirnar vaksnar mest í 'fiskivinnu og øðrum tilfeingisvinnum'. Eisini lutfalsliga er hesin vinnugreinabólkurin vaksin mest. Vøksturin er 283 milliónir ella 15%. Tað er serliga í 'fiskiskapi' at vøksturin stavar frá í hesum vinnugreinabólkinum.

Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøksturin innan 'gistihús og matstovuvirki'. Seinasta árið er lønirnar vaksnar 26,3% ella 46 milliónir krónur.

[px-graph-8]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News