Inntøkubýti
02. okt 2024
Inntøkubýtið lítið broytt — gini-talið var 22,2 í 2022
Talvur við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2022. Grundarlagið undir hagtølunum um inntøkubýtið, er endurskoðað og dagført, sum hevur við sær smávegis broytingar í hagtølum og mátum aftur í tíð. Meira um broytingarnar niðast í greinini.
Fleiri mát verða brúkt lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest nýttu eru gini-talið og fimtingslutfallið.
Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka grundað á húskisinntøku og samanseting av húski eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).
Gini-talið lítið broytt
Gini-talið lýsir ójavnan í býtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
Í 2022 kvinkar gini-talið upp í 22,2 í mun til 21,5 árið fyri. Seinastu tíggju árini hevur gini-talið ligið allarflestu árini millum 21 og 23.
[px-graph-3]
Ovasti fimtingurin tríggjar ferðir størri inntøku
Sama mynstur vísir seg, tá hugt verður eftir fimtingslutfallinum, sum er eitt annað mát fyri inntøkubýti. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.
Í 2022 hevði ovasti fimtingurin tríggjar ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin. Í 2021 var inntøkan 2,9 ferðir størri.
[px-graph-4]
Minni ójavni í Føroyum sammett við aðrastaðni
Gini-talið í Føroyum er minni enn í londunum kring okkum. Í Danmark er gini-talið 28 og samlað fyri ES-lond er gini-talið 30. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 35. Noreg og Svøríki hava eitt gini-tal, á 28. Sostatt eru húskisinntøkurnar í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við.
[px-graph-4]
Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video.
Grundarlagið dagført
Grundarlagið undir hagtølunum um inntøkubýtinum, er endurskoðað og dagført. Hagtølini brúka nú sama dátugrundarlag, sum eru undir mánaðarligu húskishagtølunum. Samstundis er ávíst inntøkuslag lagst afturat, ið ikki er talt við áður. Broytingar, sum eru í persónligu skattauppgerðunum fyri undanfarin ár, eru eisini tiknar við í dagføringina. Dagføringin hevur smávegis broytingar í hagtølum og mátum aftur í tíð.