Gistingar
23. aug 2023
Gistinæturnar í juli settu met - juni hildnaðist tó betur enn juli

Fleiri gistingar vóru á gistingarhúsunum í juli í ár enn í fjør. Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í julimánaði. Soleiðis er ikki í ár, tí fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin.
Skeivleikar eru staðfestir í gistingarhagtølunum og hagtølini eru tí tikin aftur til skeivleikarnir eru rættaðir.

 

Gistinæturnar vóru stívliga 36.100 í juli. Tað eru gott 1.000 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, sum svarar til ein vøkstur upp á trý prosent.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í juli vóru 87 prosent av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er eitt prosent lægri enn sama mánað í fjør. Fyri fyrstu ferð vóru gistinæturnar í Tórshavnarøkinum færri í juli samanborið við juni.

[px-graph-2]

Í samlaða býtinum áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark helvtina av gistináttunum í juli. Teirra partur er nú 5 prosentstig størri enn sama mánað í 2022. Parturin hjá ferðafólki úr Danmark eru nú 6 prosentstig minni. Vøksturin hjá føroyingum er 1 prosentstig.

[px-graph-7]

[px-graph-3]

Innskrivingarnar fleiri í juli

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Innskrivingarnar vóru knapt 1.600 fleiri í juli í mun til í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. Innskrivingarnar hjá føroyingum vóru nærum óbroyttar, meðan gestir úr øðrum londum áttu meira enn tveir triðingar av vøkstrinum. 

[px-graph-8]

[px-graph-4]

Fleiri kømur upptikin í juli

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 80 prosent av kømrunum vóru brúkt í juli. Í juni vóru heili 97 prosent av kømrunum upptikin. Tað er ávikavist 3 og 16 prosentstig hægri enn í 2022. 

[px-graph-5]

Stívliga fimm prosent fleiri gistinætur higartil í ár

Samlaðu tølini fyri januar til og við juli vísa, at gistinæturnar eru fimm prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2022. Innskrivingunum eru 16% fleiri enn í fjør.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
 

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

PX Web Graph News