Innflutningur av vørum
16. sep 2022
Innflutt fyri 6,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar
Innflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,9 milliardir krónur. Hetta er 39% meira enn sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 29%.
Um vit ikki rokna skip og flogfør við, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt er fyri 681 milliónir krónur meira. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni meira enn tvífaldað.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 132 milliónir krónur, ella 48,5%.
Somuleiðis hevur vinnan innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 33,7% og 34,7%.
[px-graph-1]
Innflutningurin frá Russlandi liggur um 10 milliónur krónur í miðal um mánaðin. Tað mesta sum verður innflutt er fóður til hav- og landbúnað og rávøra til aðra framleiðslu. Í juli 2022 varð innflutt fyri 735 túsund krónur.
[px-graph-2]