Kommunu- og tannlæknar
25. jun 2020
Hvør føroyingur vitjar kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið

Samlaða talið av viðtalum í 2019 var stívliga 166-túsund, ið var gott 4% fleiri enn árið fyri. Av teimum 166-túsund viðtalunum vóru gott 4-túsund viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands.

Virksemið í kommunulæknaskipanini í 2019:

  • Í miðal vóru 3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum
  • Konufólk vitja oftari enn menn
  • Børn í skúlaaldri vitja minst
  • Í Norðoyggjum og í Suðuroy eru 1-2% av viðtalunum uttan fyri dagtíð, í Suðurstreymi 12%
  • Flestu viðtalur pr. íbúgva eru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðurstreymi

Upplýsingarnar, ið Hagstovan hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016 – 2019 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

"

Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2019 til 3,1 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Lægst er talið í Suðurstreymoyar økinum við 2,9 viðtalum pr. íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 4,5 og Vágaøkinum við 4,0 viðtalum pr. íbúgva.

Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini frá 2018 til 2019. T.d. kann tað stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv.

"

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93%, fer fram í dagtíð, t.v.s. mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Restin er býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum.

"

Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður at hvussu stórur partur av viðtalunum fara fram í dagtíð. Harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð.

Serliga skilir Suðurstreymoy seg burturúr við 88% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Norðoyggjar og Suðuroy, har 98-99% vóru í dagtíð.

Tað merkir, at 12% av læknaviðtalunum í Suðurstreymoy vóru uttanfyri dagtíð, meðan einans 1-2% av viðtalunum í Norðoyggjum og Suðuroy vóru uttan fyri dagtíð.

t2

Verður hugt at viðtalum eftir aldri og kyni, eru 18-túsund fleiri viðtalur við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 55% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini.

"

Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2019 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,5 - 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við umleið 6 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki í aldrinum 76-85 ár. 

"

 

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í uppgerðina.