Fólkaskúlin
07. okt 2021
Færri skúlabørn í ár enn fyri fimtan árum síðani
Í 2005 var næmingatalið í fólkaskúlanum knappliga 7.600. Tíggju ár seinni var tað minkað niður í 7.200. Frá 2015 til í ár hevur verið stórur fólkavøkstur. Men næmingatalið í fólkaskúlanum vaks einans við 100 í hesum tíðarskeiðinum.
2005-2015:
Frá 1. 7. 2005 til 1. 7. 2015 vaks samlaða fólkatalið í Føroyum við 540 fólkum. Kortini minkaði næmingatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið við 361 børnum. Nógv størsta minkingin var í framhaldsskúlunum við 415. Og í barnaskúlanum 1. - 7. flokk minkaði talið við 73 børnum. Tilsamans ein minking við 488 børnum. Móti hesum var ein vøkstur í forskúlaflokkum við 117 børnum.
2015-2021:
Tey næstu seks árini (1.7. 2015 - 1.7. 2021) vaks samlaða fólkatalið við 4.500 fólkum. Kortini vaks næmingatalið í fólkaskúlanum bert við 100 børnum. Allur vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum við 270 næmingum, meðan tað minkaði í barnaskúlanum 1. - 7. flokk við 128 og framhaldsskúlanum við 41.
Broytingin í næmingatali í landspørtunum
2005-2015:
Verður hugt eftir landspartabýtinum í hesum 10-ára skeiðinum, er nógv tann størsta minkingin í næmingatalinum í Suðuroy við 355. Haraftrat minkar í Megineysturoy, Sundalagnum og Sandoyarøkinum við 138. Ein samlað minking í hesum økjum er 493 skúlanæmingar. Upp móti hesum er bara ein lítil vøkstur í Tórshavnar- og Vesturøkinum.
2015-2021:
Í hesum tíðarskeiði, har næmingatalið tilsamans bert veksur við 101, er myndin sera fjølbroytt: ein vøkstur í Eysturoy við 107 og í Suðuroy við 96. Í Tórshavnar kommunu veksur næmingatalið bert við 40. Hinvegin minkar í Norðoyggjum við 73 og í Sundalagnum, Vesturøkinum og Sandoyarøkinum tilsamans við 69.
Kynsbýtið í fólkaskúlanum
Heilt fram til sjeynda flokk er ein lítil yvirvág av dreingjanæmingum. Tað skiftir í 8. og 9. flokki við meiriluta av gentum. Men tá tað so kemur kemur til 10. flokk og serflokkar, er stór yvirvág av dreingjum.
[px-graph-1]
Hvussu eru útlitini tey komandi árini?
Sum nevnt frammanfyri, so er næmingatalið í fólkaskúlanum ikki økt, heldur minkað eitt sindur tey síðstu fimtan árini, hóast tað er nakað ymiskt, hvussu gongdin hevur verið í ymsu økjunum í landinum. Í framrokningini hjá Hagstovuni av fólkatalinum sæst, at í aldursbólkinum 5-15 ár er ein lítil vøkstur tey næstu 10 árini við umleið 430. Ein triðingur av vøkstrinum verður í Tórshavnar kommunu, og tveir triðingar í øðrum kommunum í landinum. Hyggja vit 20 ár longur fram í tíðina, vísir framrokningin eina lítla minking í hesum aldursbólkinum. Tað er Tórshavnarøkið, ið hevur eina lítla minking og ein lítil vøkstur uttan fyri Havnina.
[px-graph-2]