Gjaldsjavni
06. Mai 2021
Nettoognin uttanlands heldur seg á sama støði

Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2019, og dagførdu tølini vísa millum annað, at føroyska nettoognin í útlandinum seinastu fýra árini er á hædd við nettoognina innan fíggjarkreppuna fyri umleið tíggju árum síðan.

Nettoogn føroyinga uttanlands var 5,4 mia. kr. í 2018 og 4,1 mia. kr. í 2019. Hetta er nakað lægri enn nettoognin á 5,7 mia. kr. í 2017. Bæði ogn og skuld er vaksið nógv seinastu árini. Ein ávísur partur av vøkstrinum stavar frá hækkandi virði av føroyskum partabrøvum og fleiri føroyskum íløgum uttanlands. Hóast stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans, er nettoognin ikki vaksin samsvarandi. Hetta er fyri ein stóran mun orsakað av, at ein fittur partur av hækkingini í uttanlandsskuldini stavar frá virðisbroytingum

[px-graph-1]

Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini hava økt um nettoognina við 11,3 mia. kr. tíðarskeiðið 2012 til 2019, meðan vinnufyritøkur hava hækkað sína nettoskuld við sløkum 8,7 mia. kr.

[px-graph-2]

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. Lánsbrævaognin er vaksin 2,6 mia. kr. síðani 2017. Tó stavar størsta hækkingin í ognunum frá hækkandi føroyskum íløgum uttanlands.

Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og henda skuldin er vaksin nógv seinastu árini. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Lániskuldin til umheimin hevur verið lækkandi seinastu árini, men hækkaði við 2,6 mia. kr. frá 2018 til 2019. Allir geirar, uttan tað almenna, hava hækkað lániskuldina frá 2018 til 2019.

[px-graph-3]

Ogn og skuld uttanlands

Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Uppgerðin er býtt á geirar og fíggjarslag. Geirarnir eru almenn fyrisiting og tænasta, fíggjarlig feløg, ikki-fíggjarlig feløg og húsarhald. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld eru millum annað beinleiðis íløgur, partabrøv,  lánsbrøv,  Innlán og útlán.

PX Web Graph News