Fødd
11. Mai 2023
Stórt fall í føðitíttleikanum

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men hetta er broytt síðstu fýra árini, har føðitíttleikin er minkaður munandi, niður í 2,4 børn í 2019, 2,3 bæði í 2020 og 2021, og í fjør niður í 2,05 barn. Tað er eitt stórt fall eftir so fáum árum.

Sambært íbúgvafrøðini so er ein miðal føðitíttleiki á 2,1 barn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt verandi ættarlið av kvinnum í burðarførum skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir seg. Umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið av gentum nakað minni enn talið av dreingjum. Haraftrat er nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur. 

Hetta merkir, at er føðitíttleikin niðan fyri 2,1, so minka ættarliðini av konufólki í burðarførum aldri og harvið talið av børnum í uppvaksandi ættarliðum – og harvið fólkatalið. Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er tilflyting av fólki uttanífrá, sum kann økja um talið av konufólki í burðarførum aldri.

Hóast hesa gongd er føroyski føðitíttleikin kortini enn tann størsti í Evropa, sum sæst seinni í greinini.

[px-graph-1]

Fallandi føðitíttleikin sæst aftur í eini samanbering millum árliga føðitalið og talið av konufólki í burðarførum aldri. Myndirnar niðanfyri vísa hetta.

m1

[px-graph-2]

Á myndini sæst, at meðan talið av konufólki í burðarførum aldri (15-49 ár) er vaksið áhaldandi seinastu 9 árini, so hevur barnatalið verið meira støðugt. Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, minkaði tað niður í 631 í fjør. Hetta er eitt vet lægri enn í 2014, hóast talið av konufólki í burðarførum aldri er vaksið við yvir 1.000 í hesum tíðarskeiðnum. 

Hetta sigur, at av tí at miðal føðitíttleikin (barn pr. kvinnu) hevur verið minkandi, hevur eitt vaksandi tal av kvinnum í burðarførum aldri ikki uppvigað fallið í føðitíttleikanum.

Burðaravlopið metlágt

Burðaravlopið – tað er munurin millum fødd og deyð – er nú metlágt, einans 144 í 2022, samanborið við 250-300 fram til 2020. Hetta kemur av, at føðitalið ikki hevur verið vaksandi, men hinvegin er deyðatalið vaksið nógv, og tað fer framhaldandi at vaksa, tí at talið av eldri fólki og gomlum fer at verða støðugt vaksandi.

Burðaravlopið er tó ikki einsamalt um at avgera vøksturin í fólkatalinum. Haraftrat kemur flytingin, og seinastu 9 árini hava Føroyar havt stóra tilflyting, sum eisini hevur verið høvuðsatvoldin til stóra fólkavøksturin hesi árini.

[px-graph-3]

Hóast minking er føroyski føðitíttleikin tann størsti í Evropa

Hóast føroyski føðitíttleikin hevur verið fallandi tey síðstu árini, so er hann enn tann hægsti í Evropa, sambært tølum hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat. 

Næst Føroyum eru lond sum Georgia og Turkaland. Danmark er á 12. plássi við 1,72. Í Íslandi hevur verið sera stórt fall, so føðitíttleikin har er tann lægsti nakrantíð, á 21. plássi við 1,59. Lægsti føðitíttleiki er í Malta og Ukraina við ávikavíst 1,13 og 1,14.

m2

 

Samanlagdur føðitíttleiki er talið av børnum í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri 15-49 ár.  Samanlagdi føðitíttleikin verður roknaður sum talið av børnum, sum 1.000 konufólk høvdu borið í heim í sínum lívi, um tær í øllum sínum barnburðaraldri føða sama tal av børnum sum aldursføðitíttleikin fyri árið sigur, og eingin teirra doyr fyri 50-ára dagin. 

PX Web Graph News