Gransking og menning
28. jun 2024
Granska og menna fyri 1,5 prosent av BTÚ
Hagstova Føroya kunnger fyri fyrstu ferð síðani 2003 nýggj hagtøl um gransking og menning á royndarstigi (en: research and experimental development) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og eru tí altjóða sambærlig.
Framyvir verða hagtølini gjørd á hvørjum ári, soleiðis at til ber at fylgja gongdini árliga.
1,5 prosent av BTÚ
Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan gransking og menning í einum landi, eru samlaðu útreiðslur til gransking og menning á royndarstigi (en: gross domestic expenditure on R&D) stytt GERD. Í Føroyum varð í 2022 granskað og ment fyri 376 milliónir krónur. Tað er 1,5 prosent av BTÚ.
Í 2003 tá seinasta kanning av hesum slag varð gjørd, varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Hetta er ein vøkstur uppá 0,6 prosent-stig. Tá skal havast í huga at bruttotjóðarúrtøkan er vaksin munandi síðani tá.
Í Føroyum eru útreiðslurnar til gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst samanborið við hini Norðurlondini. Í Noregi eru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,7 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.
Vinnufeløgini eiga meginpartin av vøkstrinum
Tað eru privatar fyritøkur (vinnufeløg), ið standa fyri meiri enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløgini granska fyri 1,1 prosent av BTÚ. Almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar fremja ávíkavist 0,3 prosent og 0,1 prosent av BTÚ.
Tað er stór broyting í mun til 2003, tá granskað og ment varð fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vinnufeløgini stóðu tá fyri 0,2 prosentum og almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar 0,7 prosentum.
[px-graph-1]
Tilfeingisvinnan stendur fyri meiri enn helminginum
Tað er í tilfeingisvinnuni at meiri enn helmingurin av granskingini og menningini fer fram. Nærum øll granskingini og menningin fer fram í tilfeingisvinnuni "Aling á sjónum".
Framleiðsluvinnan og tænastuvinnan standa fyri ávíkavist 7 prosent og 35 prosent av útreiðslunum til gransking og menning.
[px-graph-3]
276 ársverk granska og menna
Samlað vóru tað 276 árverk, innan gransking og menning í 2022, 153 mannfólk og 123 konufólk. Tað eru áleið líka nógvar kvinnur og menn, sum eru granskarar. Tó eru fleiri menn teknikarar og vísindalig hjálparfólk.
Í 2003 vóru tey 131 ársverk.
[px-graph-4]
Allýsingar
Gransking og menning
Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Allar fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:
1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.
2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi.
3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.
4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.
5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.
GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD – serliga GERD, sum %-partur av BTÚ – er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning.
GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging.
Einans gransking og menning, ið er fram innanveggja (en: intramural), tað vil siga av eindini sjálvari er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verur tryggja at onki verður talt við tvær ferðir.
% av BTÚ
Útreiðslur til G&M, sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum
BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.
BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum.