BTÚ og høvuðstøl
03. okt 2023
Framvegis stórur búskaparvøkstur í 2022

Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022 og 5,8 prosent í 2021. Vøksturin er størri enn í flestu londum, vit vanliga sammeta okkum við.

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Framgongd í føroyska búskapinum

Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022. Vøksturin er eitt tekin um, at føroyski búskapurin er komin fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Reali búskaparvøksturin hevur ligið millum 5 og 6 prosent bæði í 2021 og 2022. Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið er nakað størri enn árligi miðalvøksturin í Føroyum seinastu tíggju árini á 3,4 prosent.

[px-graph-1]

Størri vøkstur enn í øðrum norðurlondum

Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við reala búskaparvøksturin í øðrum londum. Reali búskaparvøksturin á 5,4 prosent er størri enn hann var í hinum norðurlondunum í 2022, tó undantikið í Ísland, sum hevði ein enn størri vøkstur á 7,2 prosent. 

[px-graph-3]

Fyri árini 2020 til 2022 hevur reali búskaparvøksturin í Føroyum verið stívliga 3 prosent í miðal. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 2,3 prosent í Danmark somu árini, meðan Noreg og Svørvíki hava havt ein miðalvøkstur á næstan 2 prosent. Sveiggini í íslendska búskapinum hava verið størri. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 1,5 prosent í Íslandi árini 2020 til 2022. 

Hvaðani stavar vøksturin?

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2010 til 2022. Her sæst, hvussu stóra ávirkan broytingarnar í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í virðisøkingini.

[px-graph-3] 

 

Flestu tænastuvinnurnar stóðu seg væl í 2022, og vakstrarískoytið hjá tænastuvinnunum var 1,9 prosent. Tað svarar til oman fyri næstan helmingin av broytingini í bruttovirðisøkingini í 2022. Vakstrarískoytið frá tilfeingisvinnuni var 1,7 prosent í 2022. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2022, meðan tøkan í alivinnuni minkaði eitt vet. Tilfeingisvinnan er tann vinnubólkur, ið vanliga sveiggjar mest. Framleiðsluvinnan hevur havt positivt vakstrarískoyti á 0,3 prosent í 2022.

BTÚ í ársins prísum nú størri enn 25 milliardir krónur

Stórur prísvøkstur, serliga á matvørum og brennievni, hevur sett sín dám á 2022. Tað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks heili 9,5 prosent ella slakar 2,2 milliardir krónur. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 25,2 milliardir krónur í 2022. Tað er 467 túsund krónur fyri hvønn íbúgva. 

[px-graph-2]

Stutt um tjóðarroknskapin

Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.

Tjóðarroknskaparmát í føstum og ársins prísum

Til ymisk endamál kann tað hava størri týdning at síggja mongdarbroytingar í tjóðarroknskapinum heldur enn gongdina í ársins prísum. 

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) og bruttovirðisøkingin (BVØ) í føstum prísum og realur búskaparvøkstur

BTÚ og BVØ kunnu gerast upp í føstum prísum (leinkjað virði) fyri at lýsa mongdarbroytingar. Tá er prísvøkstur drigin frá. Gongdin í BTÚ í føstum prísum (leinkjað virði) er mát fyri búskaparliga realvøksturin. 

Fastir prísir (leinkjað virði) er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnir í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisárið leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.

BTÚ í ársins prísum

BTÚ gjørd upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í galdandi prísum í árinum.

Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini.

Tjóðarroknskapurin við smærri rættingum

Í samband við útgávu av tjóðarroknskapinum frá í ár var gjørd ein minni endurskoðan av tjóðarroknskapinum fyri árini frá 2019 til 2021 í samband við at fleiri og neyvari hagtøl gerast tøk. Ávirkanin av hesum er ymisk frá einum ári til annað, men yvirskipað er myndin óbroytt. 

PX Web Graph News
Viðm.: Fastir prísir (leinkjað virði)