Løntakarar
Løntakarar er talið av løntakarum búsitandi í Føroyum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánað fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku. Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.
Løntakarar fáa løn útgoldna frá einum arbeiðsgevara, ið verður bólkaður í eina vinnugrein. Føroyska vinnugreinaflokkingin er bygd á altjóða NACE-flokkingina, tó við ávísum tillagingum til tess at kunna lýsa føroysku eindirnar, soleiðis sum tørvur er á. Ein og hvør arbeiðsgevari fær eina ávísa eyðmerking sum partur av vinnugrein út av í alt 624 ymsum vinnugreinum. Hesar vinnugreinarnar verða síðan bólkaðar, og yvirskipað eru allar vinnugreinar í hesum hagtølunum skipaðar í 4 bólkar:
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um landbúnað, fiskiskap, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinnu, fiskavøruídnað og annað ótilskilað
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um bygging, skipasmiðjur og smiðjur, annan ídnað og orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutning og annan flutning, post og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir/mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um fyrisiting og tænastuveiting hjá lands-, ríkis- og kommunufyrisiting, umframt undirvísing og heilsu- og almannaverk
Orðalýsingar:
- Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur.
- Trendurin lýsir rákið í løntakarum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í løntakarum.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
Sí eisini síðurnar Arbeiðsfjøld, Arbeiðsloysi og Lønargjaldingar.

-
Talva í grunninum