Fødd
Í føðitalinum telja livandi fødd børn, sum eru skrásett at búgva í Føroyum føðidagin.
Føðitíttleikar verða roknaðir í mun til tal av kvinnum í barnførum aldri, t.e. 15-49 ár. Móðuraldur er settur sum tann aldur, mamman hevði við ársenda, tað árið hon føddi.
Orðalýsingar:
- Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
- Aldursføðitíttleiki er talið av børnum fødd á lívi fyri hvørjar 1.000 kvinnur í tí ávísa aldursbólkinum.
- Samlaður føðitíttleiki er talið av børnum, sum 1.000 kvinnur høvdu borið í heim í sínum lívi, um:
- tær í øllum sínum barnføra aldri áttu sama tal av børnum, sum aldursføðitíttleikin er í uppgerðarárinum
- eingin teirra doyði fyri 50 ára dagin.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur