Uttanlandshandil við tænastum
Tænastur er alt, ið ikki er ítøkiligar vørur. Partur av gjaldsjavnauppgerðini fevnir um inn- og útflutning av tænastum.
Hesi hagtølini verða bólkað í 10 tænastubólkar. Summir teirra eru útgreinaðir og vísa millum annað, hvussu nógv vit sum privatpersónar hava í ferðaútreiðslum uttanlands, og hvussu nógv útlendingar leggja eftir seg í Føroyum.
Tá tænastuinnflutningurin er størri enn tænastuútflutningurin, er hall á tænastujavnanum.
Sí eisini Gjaldsjavni, Uttanlandshandil við vørum, umframt Innflutning av vørum og Útflutning av vørum.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur