Uttanlandshandil við vørum

Føroyar hava uttanlandshandil við alsamt fleiri lond, og hann umfatar inn- og útfluttar vørur skrásettar hjá TAKS.

Tá vit innflyta fyri størri virði, enn vit útflyta, er hall á handilsjavnanum. Handilsjavnin er munurin ímillum virðið á inn- og útfluttum vørum. Er útflutningurin størri, so er avlop á handilsjavnanum. Endamálið við útflutningi er at fáa ráð til tær vørur, sum okkum tørvar og vit ikki framleiða sjálv.

Orðalýsingar:

  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight). Tað merkir, at umframt virðið á vøruni, eru útreiðslur í samband við flutningin av vøruni taldar við í uppgjørda virðinum
  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board). Tað merkir, at útreiðslur í samband við flutning av vøruni ikki eru við í uppgjørda virðinum

Sí eisini Innflutningur av vørum, Útflutningur av vørum, Uttanlandshandil við tænastum og Gjaldsjavni

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri