Population
10. Sep 2026
Stívliga 55.700 fólk búðu í Føroyum 1. august — vøksturin var 1,4%

Ferð er komin aftur á fólkavøksturin eftir lutfalsliga lítlan vøkstur í góð tvey ár. Fólkatalið vaks við 1,4 prosentum seinasta árið. Í undanfarna tíðarskeiði var árligi vøksturin eitt hálvt prosent. Nettoflytingin átti stóran part av vøkstrinum seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir mánaðarligu gongdina í fólkatalinum.
[px-graph-1]
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 206 fólk og einari nettoflyting á 563 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 769 fólk — 516 fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 41 fleiri børn fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 98 í undanfarna tíðarskeiði upp í 563 seinasta árið. Fleiri fluttu til Føroya enn í tíðarskeiðnum frammanundan samstundis sum færri fluttu úr Føroyum. Fráflytingin minkaði mest millum danskar, pólskar og rumenskar ríkisborgarar, meðan tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Størri nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nærum sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani tá er gongdin í tilflytingini vaksin nakað samstundis sum gongdin í fráflytingini er minkað. Gongdin i nettoflytingini er tí vaksin munandi síðan tá.
[px-graph-3]
Minni burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið vaksandi síðan 2024, hevur verið nakað minkandi síðan á heysti í 2025. Hinvegin sæst ein lítil vøkstur í gongdini í deyðatalinum seinastu mánaðirnar, og samanlagt minkar tað nakað um gongdina í burðaravlopinum.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Fólkatalið vaks í 17 kommunum, minkaði í sjey og stóð í stað í fimm kommunum seinasta árið.
Størsti parturin fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð fjøruti prosent av fólkinum í Føroyum býr. Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Klaksvíkar, Sjóvar, Nes og Eysturkommunu.
Hinvegin minkaði fólkatalið mest í Tvøroyrar kommunu. Størsta minkingin í kommununi var á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. august 2025 og 2026.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.