Employees
13. Jul 2020
26.500 løntakarar í juni - veksur aftur eftir fallið í apríl

Í juni vóru góðir 26.500 í løntakaraskaranum. Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl, serliga tí at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur. Tað er eisini ymiskt hvussu økini í landinum hava verið rakt - serliga Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum.
Løntakarar og lønarískoyti
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Av teimum á leið 3.300, sum fingu arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá ALS í juni, fingu um 2.200 av hesum løn frá einum ella fleiri arbeiðsgevarum.

Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai og juni kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai og juni í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið.

Total

Løntakaratalið var um 26.500 í juni. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt kundi væntast at verið knappir 27.200 løntakarar í juni. Tað er ein munur á 4,1% í mun til væntaðu gongdina. Sostatt er framvegis nakað upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í juni væl frægari enn í apríl og mai.

Privatu tænastuvinnurnar fóta sær aftur

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl, mai og juni í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. 

Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so, sum tað er framroknað, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Privatu tænastuvinnurnar (Sí lýsing av vinnugreinabólkinum niðast í greinini) eru tó við at fóta sær aftur.

Í privatu tænastuvinnunum vóru um 8.400 løntakarar í juni. Framrokningin vísir góðar 8.900. Tað er ein munur á 500 løntakarar ella góð 6%. Í mai var munurin 11% og í apríl 16% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í juni sammett við apríl og mai.

Privat

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. 

Almenn

Byggivinna o.o. tilvirking

Fiskivinna

Sandoyggin minni rakt enn hini økini

Á myndunum niðanfyri eru løntakaratalið og ein framroknað meting fyri einstøku økini í landinum, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt.

Í Norðoya økinum vóru góðir 3.200 løntakarar í juni. Metingin var um 3.300, sum er ein munur á 3%.

Norðoya

Í Eysturoyar økinum vóru góð 6.250 í løntakaraskaranum. Metingin var 6.450. Tað er ein munur á 2,9% í mun til metingina.

Eysturoyar

Munurin millum løntakaratalið í Norðurstreymoyarøkinum eru góðir 80 løntakarar. Tað er 4,3% í mun til metingina. 

Norðstreymoyar

Í Suðurstreymoyar øki vóru góðir 10.800 løntakarar í juni. Metta talið var um 11.400. Munurin er 4,9% samanborið við metingina. Í apríl var munurin 9,1%.

Suðurstreymoyar

Í Vága økinum var munurin millum løntakaratalið og framroknaðu metingina góðir 100 løntakarar í juni. Munurin er 6,7%.

Vága

Í Sandoynni er lítil munur millum løntakaratalið og metingina fyri juni. Munurin er 1,6%.

Sandoyar

Í Suðuroyar økinum vóru góðir 2.030 løntakarar í juni og framrokningin vísir 2.130. Munurin er 4,7% samanborið við metingina.

Suðuroyar

Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn, vinnugrein og nú eisini øki eru í hagtalsgrunninum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.