Imports of goods
17. Sep 2020
Innflutningurin vaksin 5% í ár

Innflutningurin vaks 5% fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Telja vit ikki skip og flogfør við, so er ongin vøkstur.

Í flestu vørubólkum eru ikki so stórar broytingar. Størsta minkingin er í bólkinum brennievni, har vit hava keypt fyri ein fjórðing minni enn í fjør. Eisini eru nakað færri av bilum fluttir inn.

Størsta vøksturin síggja vit í bólkinum rávøra til fiskavirking. Har er innflutningurin meir enn tvífaldaður.

Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%.

t1v