Imports of goods
16. Oct 2020
Innflutt fyri 5,2 mia. higartil í ár

Innflutningurin vaks 335 mió. kr. ella 7% fyrstu 8 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.

Innflutningurin av brennievni er minkaður 200 mió. kr. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí nøgdin er vaksin eitt sindur.

Tað, sum verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið útvið 100 mió. kr. Her er tað serliga drúgvar og hálvdrúgvar nýtsluvørur so sum innbúgv, hvítvørur o.l., sum meiri er innflutt av.

Eisini er meira keypt av rávøru til fiskavirking. 280 mió. kr. í ár í mun til 140 mió. kr. í fjør.

t1