Population
13. Nov 2019
Stórur men sera ójavnur fólkavøkstur um landið

Fólkatalið vaks við 875 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 280 og eini nettotilflyting á 595 fólk. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, størstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum, nakað minni í Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.

Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, eru vit nú vorðin knappliga 52.000. Hesi fimm árini er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 75 fólk afturat mánaðarliga, og trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram.

a

Ójavnur vøkstur um landið

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 381 fólkum og í Eysturoy við 267. Síðan koma Vágar við 81 fólkum, Norðoyggjar við 80, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 40 fólkum og Suðuroy við 32 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við 6.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,5%, Eysturoy við 2,3% og síðani Tórshavnarøkið við 1,9%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,3, Streymoyarøkið annars við 0,8% og Suðuroy við 0,7%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,5%.

a

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein veksandi part av fólkavøkstrinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minkandi part av fólkavøkstrinum.

a

Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 267 fólk svarar til stívliga 30% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva stívliga 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 44% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men vøksturin her svarar til 9% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var 4%.

Leggjast kann aftrat, at burðaravlopið var negativt í Sandoyar sýslu, t.v.s. at fleiri doyði enn tað vóru fødd. Í Suðuroy var onki burðaravlop, og eftir fólkatalinum var burðaravlopið í Norðoyggjum, roknað eftir fólkatalinum, útvið helvtin av burðaravlopinum í Eysturoy, Vágum og Streymoyarøkinum sum heild.

a

Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 390 fólkum, Runavíkar við 104 og Klaksvíkar við 75. Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin hjá kommunum í Eysturoy og í Vágum. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 3,3%, Eiðis kommunu eisini við 2,8%, Runavíkar kommunu við 2,6%, og Eystur kommunu við 2,1%. Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,8%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,1% og í Vágum vaks Sørvágs kommuna við 3,0% og Vága kommuna við 2,2%.

a

Samanumtikið er vøkstur í 21 kommunum, óbroytt í einari og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

a

Vøkstur í stóru oyggjunum, flestu útoyggjar halda tørn

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy,  Vágoy og Streymoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy og ein lítil vøkstur í Suðuroy, meðan ein lítil minking er í Sandoy.

Av smærri oyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur Kunoy meðan tað minkar í Viðoy. Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, meðan tað minkar í Fugloy, Hestoy, Nólsoy og Skúvoy. Kalsoy, Mykines og Stóra Dímun halda tørn við sama fólkatali.

a

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.