Population
10. Mar 2020
Fólkavøksturin viknar ikki – 835 aftrat síðstu 12 mánaðirnar

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú framhaldandi leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Hesin trendurin sæst í myndini niðanfyri, har vøksturin í fólkatalinum ikki sær út til at vikna. Hetta kemur serliga av, at síðstu árini hevur verið ein munandi størri tilflyting enn fráflyting. Eins og burðaravlopið hevur verið heldur veksandi enn minkandi.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við gott 45 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp móti 145 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal oman fyri 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670-680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí knappliga 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum, men størstur í miðøkinum

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum. Men stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 366 fólkum og í Eysturoy við 263. Síðan koma Vágar við 74 fólkum og Norðoyggjar við 67 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 39 fólkum, Suðuroy við 22 fólkum, og minsti vøksturin var í Sandoyar sýslu við 4 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Eysturoy við 2,3%, í Vágum við 2,2% og Tórshavnarøkinum við 1,9%. So er eitt lop niður til Norðoyggjar við 1,1%. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,8%, Suðuroy við 0,5% og Sandoyar sýslu við 0,3%.

"

Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í 1. jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til 1. jan. 2020. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar sýslum, tá hesi 6 árini vera tikin í einum.

"

Miðøkið tekur meginpartin av fólkavøkstrinum

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum.

"

Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 263 fólk svarar til knappliga 32% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva út við 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 366 fólk, svarandi til næstan 44% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men vøksturin her svarar bara til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Vágum búgva knappliga 7% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja %.

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,4% og Tórshavnar við 1,7%.

"

Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum, umframt í Runavík, so í Eiðis kommunu við 2,9%, Sjóvar kommunu við 2,4% og Fuglafjarðar kommunu við 2,0%.  Nakað minni vøkstur var í Eystur kommunu við 1,4% og 1,1% í Nes kommunu.

Í Norðoyggjum er vøksturin í Klaksvíkar kommunu nakað niðan fyri miðaltalið fyri alt landið við 1,2%,. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 5,4% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,3%.

Í Vágum var vøksturin 3,4% í Sørvágs kommunu og 1,6% í Vága kommunu.

Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 3,5%, meðan vøkstur er í hinum.

Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í teim størri kommununum, Tvøroyri, Hvalba og Vági, og í minsti kommununi Famjin, meðan tað minkar í Hovs og Porkeris kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum, meðan fólkatalið stendur í stað í tveimum og minkar í 4.
Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.


"

Oyggjarnar: minkar bara í Viðoy og í Hesti

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Streymoy og Borðoy og tað minkar í Viðoy.

Av smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Lítil vøkstur er í Mykinesi, Skúvoy og Stóra Dímun halda tørn, meðan tað minkar í Hestoy. Her er Skúvoy nú á 30 fólkum og Hestoy farin niður um 20. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti.

"

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.