Employees
24. Mar 2020
Stórar broytingar í vinnugreinunum á arbeiðsmarknaðinum síðstu fimm árini

Nú løntakararnir fyri 2019 eru gjørdir upp, hava vit hugt nærri at broytingum í einstøku vinnugreinunum tey seinastu árini.

Síðstu fimm árini vórðu 3.700 fleiri løntakarar:

  • Av teimum 2.000 mannfólk og 1.700 konufólk. 
  • Eftir tjóðskapi høvdu 670 av teimum annan ríkisborgaraskap enn okkara. 
  • Størsti vøksturin var í byggivinnu við 847 og hjá kommunum við 678. Í hinum endanum komu 27 aftrat í landsfyrisiting og 11 aftrat í fiskivinnu.
  • Av teim 22 vinnugreinunum starvast flest í kommununum - fleiri enn í heilsu- og almannaverkinum
  • Eftir aldri var størsti vøkstur hjá teim 25-40 ára gomlu, men eisini stórur vøkstur hjá teim eldru yvir pensjónsaldur.

"

Nógv størsti vøkstur í byggivinnu og hjá kommununum

Í vøkstrinum frá 2014 til 2019 eru tvær vinnugreinar, ið skilja seg klárt burturúr: tað er byggivinnan og kommunurnar. Saman við kommununum eru ríkisstovnar bólkaðir, men tey eru lutfalsliga fá og tað er ikki har at vøksturin liggur.

Síðan er eitt langt lop niður til fimm aðrar vinnugreinar, ið hava ein vøkstur, ið er umleið ein triðingur av vøkstrinum hjá byggivinnu og kommunum – tað eru handil og umvæling, vinnuligar tænastur, skipasmiðjur o.a. smiðjur, ali- og kryvjivirki og heilsu- og almannaverk. Tað er merkisvert, at vøksturin á kommunuøkinum er júst tríggjar ferðir so stórur sum á almanna- og heilsuøkinum.

Eisini vert at leggja til merkis er, at vøksturin í gistingar- og matstovuvinnuni er eins stórur og á undirvísingarøkinum.

Í hinum endanum er lítil og ongin vøkstur í landsfyrisiting og fiskivinnu, har vøksturin øll hesi 5 árini einans er ávikavist 27 og 11 løntakarar.

Mest fjølmenta vinnugrein er kommunurnar og almanna- og heilsuverkið

Av teim 22 vinnugreinunum eru tey mest fjølment á tí kommunala økinum saman við ríkisstovnum (har tey flestu starvast í løgregluni) og í almanna- og heilsuverkinum, hvør við ávikavist 3.800 og 3.700 løntakarum. Byggivinnan er vaksin við yvir 50% hesi árini og er nú 4. størsta einstaka vinnugrein við 2.500 løntakarum. Men taka vit tær tríggjar tilfeingisvinnurnar, fiskiskap á 6. plássi, fiskavirking á 7. plássi og ali- og kryvjivirki á 7. plássi, so hava tær tilsamans góðar 4.100 løntakarar.

Gistihús- og matstovuvinna er nú vorðin ein miðalstór vinna við næstan líka nógvum løntakarum sum sjóflutningur, annar flutningur, skipasmiðjur o.a. smiðjur, og annar ídnaður enn fiskavirki.

"

Alsamt meira kynsbýttur arbeiðsmarknaður

At størsti vøksturin hjá mannfólki er í byggivinnu, skipasmiðjum og smiðjum, handli og umvælingarverkstøðum, vinnuligum tænastum og alivinnu, meðan hinvegin størsti vøksturin hjá konufólki er á kommunalum stovnum, heilsu- og almannaverki og í undirvísing, ger at føroyski arbeiðsmarknaðurin er blivin enn meira kynsbýttur hesi seinastu 5 árini, sum eisini er skilligt av myndini niðanfyri.

Her sæst t.d., at á almanna- og heilsuøkinum eru 83% av løntakarunum konufólk, meðan í byggivinnuni eru 92% mannfólk.

"

Fimti hvør av nýggju løntakarunum hevur annan ríkisborgaraskap enn okkara

Seinastu fimm árini hevur verið stórur fólkavøkstur, ikki minst av stórari tilflyting úr øðrum londum. Hetta sæst eisini aftur í vøkstrinum av løntakarum hesi árini, har ein knappligur fimtingur av vøkstrinum av løntakarum kemur úr londum við øðrum ríkisborgaraskapi enn okkara. Tað eru 670 av 3.700.

Hóast vøksturin seinastu fimm árini av løntakarum úr øðrum londum, so eru enn 86% av øllum løntakarum í Føroyum í dag fødd í Føroyum. Rokna vit eftir ríkisborgaraskapi, so eru tað 95%, ið hava danskan/føroyskan ríkisborgaraskap.

"

Nýggju løntakararnir uttanífrá arbeiða mest í byggivinnu og privatum tænastum

Verður hugt eftir hvar teir nýggju løntakararnir arbeiða, sum ikki eru føddir í Føroyum, sæst at tað fram um alt er í byggivinnuni og síðani í privatum tænastuvinnum. Serliga sjónskt er býtið millum tey í bólkinum ”aðrir evropeiskir ríkisborgarar”, har 277 av 420 arbeiða í byggivinnuni.

"

Størsti vøksturin av løntakarum í ungum árum – men eisini stórur vøkstur millum tey elstu

Nógv tey flestu av løntakarunum, sum eru komin aftrat hesi 5 árini, eru í ungum árum 25-39 ár. Hetta er eisini galdandi, tá vit rokna vøksturin í mun til fólkatalið í teim einstøku aldursbólkunum. Tá síggja vit eisini tað merkisverda, at lutfalsligi vøksturin hjá teim eldru fólkunum, ið eru farin upp um pensjónsaldur, er størri enn hjá teim 20-24 ára gomlu, størri enn hjá teim 40-54 ára gomlu og eisini størri enn hjá teim 55-66 ára gomlu.

"

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Ársuppgerðin er grundað á mánaðaruppgerðina í novembur