Accomodation
03. Nov 2020
Gistingarhúsini mistu 11% frá føroyingum, 22% frá dønum og 75% frá øðrum útlendingum

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingarnáttum á gistingarhúsunum slakar 72-túsund, samanborið við góðar 138-túsund sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við sløkum 67-túsund ella 48%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, men tað hevur verið frægari síðani juli og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.

Eftir bústaðarlandi var minsta minkingin hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við 11%. Síðani vóru gistingarnar hjá fólki, búsitandi í Danmark, 22% færri enn sama tíðarskeið í fjør. Størsta minkingin var hjá fólka, búsitandi í øðrum londum.

Aftast í hesi grein er lýst, hvat er ein gistinátt og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús, íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

t1

Verður hugt eftir býtinum millum og útlendingar, so fækka gistingarnar hjá útlendingum úr sløkum 117-túsund til stívliga 51-túsund - ein minking á 55%. Hjá føroyingum fækka gistingarnar úr sløkum 23-túsund til góðar 20-túsund.

m2

Í vár bóltaðu gistingarnar niðureftir, men eru batnaðar síðani juli

Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er sera sjónligt, hvussu stórt fallið var serliga í apríl, mai og juni. Men í juli er talið av gistingum eins og av innskrivingum komið nakað uppaftur og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.>

m3

m4

Nógv flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Fólk, sum eru búsitandi í Danmark, eiga nógv størsta partin av gistingunum hesar níggju mánaðirnar í ár, heili 46%. Í fjør var teirra partur 31%. Síðani vóru næstflestu gistingarnar hjá føroyingum sjálvum við 28%, meðan teirra partur í fjør var 16%. Hinvegin er parturin hjá teimum, ið koma úr øðrum londum nú bert 26%, meðan hann var 53% sama tíðarskeið í fjør.

m5

Serliga stór minking úr Noregi, Bretlandi, Norðuramerika og Svøríki

Hetta sæst eisini týðiliga í talvuni niðanfyri, har gistingarnar eru býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Meðan gistingarnar sum heild eru fækkaðar við 48%, er minkingin væl minni hjá fólki úr Føroyum við 11% og úr Danmark við 22%. Verða øll onnur lond tikin saman, var minkingin 75%. Serliga stór var minkingin hjá fólki úr Noregi við 79%, Bretlandi við 78%, Svøríki við 84% og Norðuramerika við 85%.

"

Í miðal gista ferðafólk úr útlondum tríggjar nætur, føroyingar gott hálvaaðru

Út frá upplýsingum um tal av gistingarnáttum og innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í myndini niðanfyri, har gistingarlongdin hjá føroyingum og hjá útlendingum er gjørd upp hvør fyri seg (føroyingur er ein, sum er búsitandi í Føroyum, og útlendingur ein, sum er búsitandi uttanlands). 

"

Her verður roknað við gistingarlongd á sama gistingarstað og ikki roknað við, at somu persónar kunnu gista á ymiskum gistingarplássum á somu ferð.

Hvat er ein gistinátt og ein innskriving

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.