Population
10. Sep 2020
Framvegis fólkavøkstur, men við minni ferð

Tann 1. august í ár var fólkatalið 52.816. Tað eru 733 fleiri fólk enn 1. august í fjør. Fólkatalið vaks sosatt 1,4%.

Hetta er nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði 2018/19, tá fólkatalið vaks við 848, svarandi til 1,7%. Munurin stendst av, at bæði burðaravlopið og nettoflytingin eru nakað minni. Burðaravlopið er 25 færri, serliga tí at føðitalið er minkað, og nettoflytingin er 90 færri, serliga tí at tilflytingin er minkað.

t1

Nú hava vit á sjeynda ári havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har tað leggjast eini 60-70 fólk afturat í miðal hvønn mánað. Hesir síðstu mánaðirnir hava tó verið serstakir, og nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi. Møguliga er tað hetta sum ger, at ein lítil munur er í gongdini í fólkatalinum í ár, samanborið við í fjør. Í myndini niðanfyri sæst, at hóast munurin ikki er stórur, so ávirkar hann trendin, sum vísir langtíðargongdina í rákinum.

"

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-8 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er tó nakað broytt síðsta árið, tí nú minka bæði tilflyting og og fráflyting. Síðsta 12-mánaðarskeiðið er tilflytingin minkað við 240 fólkum (sí talvuna frammanfyri) og fráflytingin við 150. Íkastið til fólkavøksturin er tí minkað nakað.   

"

Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað minni í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað úr 695 niður í 639. Tað eru 56 børn færri. Hinvegin bøtir tað nakað um burðaravlopið, at talið av deyðum eisini er minkað við 31, so burðaravlopið hóast alt bara minkar við 25.

Tilsamans gera hesar broytingar í nettoflyting og burðaravlopi, at síðsta 12-mánaðarskeiðið vaks fólkatalið við 733, samanborið við 848 í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum.

"

Størsti fólkavøksturin er framvegis í miðøkinum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er mynstrið óbroytt: nógv størsti fólkavøksturin er í miðøkinum, tað er í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og í Vágum. Merkisvert er tó, at Sandoyarøkið nú er komið við í hendan bólkin, har lutfalsligi vøksturin nú er tann sami sum í Eysturoy. Í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin er fólkavøksturin minni, men tó framvegis hampiliga stórur. Tað er bara í Suðuroy, at tað enn gongur skeivan. Tað dragnar alt meir millum Suðuroy og restina av landinum.

"

Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 6-7 árini: tað er í miðøkinum Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar, har fólkatalið veksur skjótast. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Og aftast koma Sandoyarøkið og Suðuroy. Sum nevnt frammanfyri tykist tó at venda í Sandoyarøkinum seinastu mánaðirnar.

m4

Tórshavnarøkið tekur 53% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 386 fólk, svarandi til 53% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 188 fólk svarar til 26% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.


"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at serliga í Sandoyar sýslu er tað nettoflytingin, sum gevur alt íkastið. Roknað eftir íbúgvatalinum er tilflytingin her størri enn í øllum hinum høvuðsøkjunum í landinum. Hinvegin er eitt manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy er lítil og ongin tilflyting og negativt burðaravlop.

m6
 

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar kommunu við 399 fólkum, svarandi til 1,8%. Síðani í Runavíkar og Klaksvíkar kommunum við ávikavist 82 fólkum (2,0%) og 46 fólkum (0,9%). Í tali er fólkavøksturin umleið eins stórur í Vága og Eystur kommunum sum í Klaksvíkar kommunu, ið annars er meir enn dupult so stór, sum hinar báðar.

"

 

"

Oyggjarnar

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 1 í Fugloy, 1 í Svínoy 2 í Kalsoy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum.

"

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum 
eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.