Fólkatal

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkayvirlitinum.

Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni v.m.

Orðalýsingar:

  • Kynsbýti er prosentbýtið ímillum mannfólk og konufólk.
  • Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð.
  • Nettoflyting er munurin ímillum tilflyting og fráflyting.
  • Fólkatættleiki er, hvussu nógvir persónar búgva á hvørjum ferkilometri.

Sí eisini Burðaravlop, Nettoflyting og Framrokning.

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturúr, er, at seinkingar eru í skrásetingum og fráboðanum, serliga eru tað flytingar, ið verða skrásettar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. í hvørjum mánaði
Viðm.: Uppgjørt 1. í hvørjum mánaði
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Sí hugtøk
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. í hvørjum mánaði
Viðm.: Nýggjasta árliga uppgerð.