Smásøluvísitøl
06. jan 2020
Umsetningurin fyri matvørur vaksin 5 prosent seinasta árið

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing 2019 í trimum yvirskipaðum vørubólkum.

Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Dagførdu tølini vísa, at umsetningurin í 3. ársfjórðingi 2019 samanborin við sama ársfjórðing 2018, vaks mest fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Um hædd verður tikin fyri prísbroytingum fæst mát fyri, hvussu stórar mongdir av vørunum eru farin yvir um handilsdiskin. Árliga broytingin er tá millum 3 og 4 prosent vøkstur av mati og klædnavørum, meðan mongdin av húsbúnaði er óbroytt í 3. ársfjórðingi 2019 samanborin við 3. ársfjórðing 2018.

Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 5,4 prosent hægri í 3. ársfjórðingi 2019 í mun til 3. ársfjórðing 2018. Taka vit hædd fyri prísbroytingum  fyri somu ársfjórðingar fyri henda vørubólkin, so sæst, at mongdin av hesum vørum er vaksin 3,7 prosent.

a

Fyri vørubólkin klæðir og fótbúnaður vaks umsetningurin og mongdin av seldum vørum 3 prosent frá 3. ársfjórðingi 2018 til 3. ársfjórðing 2019. Fyri henda vørubólkin hevur miðalprísurin verið sera støðugur seinastu 10 árini, og vísitølini fyri virði av umsetningi og mongd av seldum vørum fylgjast tískil at í tíðarskeiðinum.

b

Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum 3 prosent minni í 3. ársfjórðingi 2019 í mun til 3. ársfjórðing 2018. Miðalprísurin í hesum vørubólki er lækkaður nærum 2 prosent hetta tíðarskeiðið, og við umrokning av virði til mongdir sæst, at mongdin av seldum innbúgvi og útgerð er eins stór hesi tíðarskeiðini.

c