-Útflutningur av vørum
17. feb 2020
Útflyta laks fyri meir enn 4 mia. kr.

Samlaði útflutningurin í 2019 var 9,5 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr. ella 19%

Toskaútflutningurin er vaksin næstan 300 mió. kr. og er nú omanfyri eina mia. fyri fyrstu ferð síðan 2002.

Útflutningurin av makreli og sild vaks eisini nógv í fjør, ávikavist 43% og 54% samanborið við 2018

Tað er framvegis laksur, vit útflyta mest av, og har er vøksturin 700 mió. kr. Útflutningurin av laksi fór í fjør upp um 4 mia. kr., og tað er ikki hent fyrr.

virdi

Eisini í nøgd er talan um metútflutning

Bæði samlaða nøgdin og fyri fleiri av fiskasløgunum er talan um, at í 2019 útfluttu vit meir enn nakað ár frammanundan.

Samlað útfluttu vit 512 tús. tons av fiskavørum, og bert einaferð fyrr, í 2017, hava vit útflutt meir enn 500 tús. tons.

Laksaútflutningurin var 69 tús. ton, og tað eru góð tvey túsund tons meir enn í 2014, sum var tað árið, vit higartil høvdu útflutt mest av laksi.

Eisini útflutningurin av sild setti met í fjør. 122 tús. tons vórðu útflutt fyri 745 mió. kr.

nogd